Fótbóltskappingin broytast

25.11.2023 - 18:00
ÍtrótturFótbóltur
Fótbóltskappingin broytast
FSF ætlar nú at broyta vaksnu deildirnar hjá monnum, so at longu frá komandi kappingarári verður spælt í einum grundspæli, har øll eru við, og síðani í tveimum endaspølum.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum

Síðani verður farið til tvey endaspøl, har seks tey ovastu liðini eru í øðrum og fýra tey niðastu liðini í hinum. Upp- og niðurflyting skal so partvíst avgerast við play-off dystum.

Hetta skal geva teimum ovastu seks liðunum 28 landskappingardystir tilsamans, og fýra tey niðastu liðini fáa í minsta lagi 24 dystir tilsamans, alt eftir hvør skal spæla play-off dystir.

Vinnarin av næstbestu deildini flytur beinleiðis upp í bestu deildina, og næst- og triðbesta liðið í 1. deild spæla so eisini play-off dyst.

Eftir hesum uppskotinum verður kappingin um Løgmanssteypið óbroytt, men hálvfinalurnar skulu verða spældar áðrenn grundspælið í landskappingini er liðugt.

Framvegis verður galdandi, at steypafinalan verður seinasti dystur í kappingarárinum.

- Uppskotið er lagt fyri feløgini, og skulu tey møtast aftur um miðjan desember at umrøða uppskotið, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979