Hjálparfólkafelagið fegnast

26.11.2023 - 15:51
InnlendisSamfelag
Hjálparfólkafelagið fegnast
Hjálparfólkafelagið fegnast um, at hjálparfólk nú kunnu taka eina námsfrøðiútbúgving.
Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum


Hjálparfólkafelagið tekur væl ímóti loysnini, Tórshavnar kommuna nú er komin við, at í minsta lagi 30 hjálparfólk í føstum starvi kunnu útbúgva seg sum námsfrøðingar, samstundis sum tey eru í starvi.

Men hinvegin heldur felagið, at av tí at tørvurin á hjálparfólkum framvegis er stórur, átti møguleikin at givið hjálparfólkum viðkomandi skeið, eisini at verið umhugsaður.

- Spurningurin er, um vit ikki heldur eiga at førleikamenna verandi hjálparfólk, heldur Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum.

Formaðurin í Hjálparfólkafelagnum vísir á, at tað aðrastaðni finnast smærri útbúgvingar, ið kunnu betra førleikarnar hjá serliga hjálparfólkum, men at hetta ikki er ein møguleiki við verandi sáttmála.

Sámal Hansen sigur, at hóast nýggja útbúgvingartilboðið gevur 30 fleiri námsfrøðingar um hálvttriðja ár, so verður tørvurin á hjálparfólki einki minni fyri tað.
Hann vísir á, at síðstu mongu árini eru nógv fleiri hjálparfólk komin aftrat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815