- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi fáa minni at liva fyri næsta ár

- Lesandi fáa minni at liva fyri næsta ár, tí studningurin ikki verður prístalsjavnaður.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ið finst at uppskotinum hjá samgonguni um at broyta í javningini av stuðulsupphæddum.
Tá uppskotið var fyri í tinginum, vísti hann á, at tøka upphæddin hjá lesandi minkar komandi ár.
- Tað kemur sum steinur oman á byrðu hjá teimum ungu, sum longu frammanundan kenna sviðjan av hækkaðum prísgjøldum, segði hann
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ið mælir samgonguni til at broyta uppskotið, tí annars fara lesandi at hava nógv minni at liva fyri, hóast tað er blivið nógv dýrari hjá teimum at liva.











