Sjúkrarøktarfrøðingar undrast

26.11.2023 - 18:31
Innlendis
Sjúkrarøktarfrøðingar undrast
At onnur fakfeløg fáa størri lønarvøkstur, enn sjúkrarøktarfrøðingarnir eftir verkfall í seks vikur máttu taka til takkar við, fær sjúkrarøktarfrøðingar at undrast.
Arnbjørg Danielsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur í 16 starvast á B8 á Landssjúkrahúsinum

Tað hevur vakt ans, at í kjalarvørrinum á verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í seks vikur, sum “bara” gav 10 prosent í lønarvøkstri, fáa onnur fakfeløg - uttan svørðslag - 12,75 prosent í lønarvøkstri.

Í gjár segði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, at lønarkarmurin kortini er akkurát tann sami, men at tað var hvílitíðin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ið kostaði munin í lønarvøkstrinum.

Hetta er fallið fleiri sjúkrarøktarfrøðingum fyri bróstið, og ein av teimum, ið undrast, er Arnbjørg Danielsen, sum í 16 ár hevur starvast á B8 á Landssjúkrahúsinum.

Hon fegnast um, at hvílitíðin langt um leingi er komin inn í sáttmálan, tí hon skuldi verið ein grundleggjandi rættur í sambandi við arbeiðið.

Men hon skilir ikki, hví sjúkrarøktarfrøðingarnir sjálvir skulu fíggja hvílitíðina, tí tað verður bara enn ein skeivleiki, ið ger seg inn á reallønina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974