Góðan morgun Føroyar

Nevin, øll tosaðu um
27-11-2023
Tað var ikki júst hetta, Martin Brodersen ætlaði, at høvuðsdentur skuldi vera á, tá hann valdi at vera við í donsku sendingini 'Gift ved første blik'

Tá lýsingar fyri sjónvarpssendingini 'Gift ved første blik' byrjaðu at síggjast, hvukku fólk við, tí har sæst, at ein av luttakarunum langar nevan í borðið í einari heitari løtu.

Hann, ið átti nevan, er Martin Brodersen, sum er harmur um, at hetta skuldi fylla so nógv í miðlamyndini. Kanska serliga tí hesin nevin ikki fer í borðið fyrr enn í sjeyndu sending. Tí fylti hetta heldur nógv í huganum hjá Martini í tíðini til henda sending var send.

- Eg visti beinan vegin, at hetta fór at vera við, og so snúið tað seg sjálvandi bara um, hvussu tey valdu at klippa tað, sigur Martin, sum er vónbrotin av myndini, tey valdu at skapa av honum.

- Tað gjørdist skjótt greitt, hvat tað var fyri ein leiklutur, eg skuldi hava í hesari sending, og tá eg gjørdi vart við, at støðurnar als ikki vóru, sum tey vístu tær. Tey søgdu so, at tey høvdu tikið so nógv upp, at til bar ikki at fáa alt við, men tað var so heldur ikki tað, eg bað um, leggur hann afturat.

Hvussu var og ikki, so eru Martin og nevin tilnevnd eina virðisløn til Reality Awards sum vera í næstum, í bólkinum Årets Drama.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026