Góðan morgun Føroyar

Vit práta, flenna, eta, binda og dippa
24-11-2023
Hvørt ár hittast sjey systrar úr Vestmanna og búgva saman eina viku í heimbygdini.

Í mong ár hittust níggju systkin úr Vestmanna hvørja ferð pápin, Agnar Nielsen, hevði føðingardag í novembur mánaði. Tá pápin ikki var millum tey longur, valdu systrarnar tó at halda fast í at hittast í novembur mánaði. Tað hevur við sær, at tær sjey systrarnar hvørt ár búgva eina viku saman í heimbygdini.

Hóast beiggjarnir ikki húsast við systrunum, so koma teir eisini viðhvørt á vitjan.

Fýra av systrunum búgva til dagligt í Danmark, hinar búgva í Føroyum. Tær práta, eta, binda, flenna og dippa hesa vikuna, tær eru saman.

Morgunsendingin vitjaði systrarnar síðsta dagin, áðrenn tær aftur fóru hvør til sítt.

Systrarnar eita:
Marjun Olsen
Vinnie Hansen
Eyðgerð Joensen
Jóna Martinsen
Herit Magnussen
Guðrun Rasmussen
Randi Eisig

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026