Góðan morgun Føroyar

Tónleikur kann styrkja smámál
28-11-2023
Føroyskt er ikki í bólkinum hótt mál, men smámál eiga altíð at vera á varðhaldi, heldur Yair Shapir, ið er PhD í norðurlendskum málum

Sambært ST siga bjartskygdar metingar, at í minsta lagi helvtin av heimsins málum eru burtur ella álvarsliga hótt í ár 2100.

Tey, ið eru meiri svartskygd, meta, at 90 til 95 prosent eru horvin, tá øldin er av.

ST hevur ásett árini frá 2022 til '32 at vera Altjóða áratíggju hjá upprunamálum.

Ísraelsmaðurin, Yair Sapir, rekur av sínum eintingum verkætlanina, Small Languages Rock, sum hevur til endamáls at breiða út sangir úr smámálum til onnur smámál.

Tað var eitt nú hann, ið fekk í lag, at Lukkan er ei gullið, hjá Jens Marna Hansen og Kem Poulsen, er umsettur til fleiri onnur smámál.

Nú hevur hann latið frá sær The Language Song.

Higartil er hann tøkur á grønlendskum og enskum, men vónin er, at hann skal koma út á øðrum málum eisini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026