Góðan morgun Føroyar

Annika heiðrað fyri síni góðu hugskot
30-11-2023
Annika Maisonsdóttir Mellemgaard er millum tær kvinnurnar, sum í ár eru nevndar í donsku bókini "Kvindernes og kønsminoriteternes blå bog".

Tá Annika Maisonsdóttir Mellemgaard í 2020 flutti aftur til Klaksvíkar eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár, saknaði hon at kunna gera ítriv saman við ymiskum kvinnum í øllum aldri.

Tey frítíðartilboðini, henni dámdi, vóru ikki í Klaksvík, so hon tók av sínum eintingum stig til eitt nú gangitúrar, saunagos, dipping og annað. Í dag eru omanfyri 700 kvinnur virknar í felagsskapinum.

Fyri júst at hava tikið stig til tey ymisku ítrivini er Annika Maisonsdóttir Mellemgaard nú at finna í donsku bókini "Kvindernes og Kønsminoriteternes blå bog 2023/2024".

Fyri hana hevur tað stóran týdning, at allar kvinnur í øllum aldri hava møguleika at koma saman.

- Kvinnurnar í Klaksvík hava ikki verið so sjónligar, eins og tær eru nú. Og vit kunnu nú eina rúgvu í Klaksvík, nógv annað enn tað vanliga sum fótbólt og hondbólt, sigur Annika Maisonsdóttir Mellemgaard, sum sigur seg fáa nógv burturúr við at standa á odda fyri teimum ymisku tiltøkunum:

- Tað gevur mær eina rúgvu. Eina vælveru og eisini eina sálarliga vælveru. At kunna og sleppa at gera hesi tingini og síggja at onnur fólk blíva glað, heldur Annika Maisonsdóttir Mellemgaard fyri.

Í morgunsendingini fortelur Annika Maisonsdóttir um fyrsta hugskotið í 2020, og hvussu felagsskapurin og ítrivini hava ment seg seinastu trý árini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026