Góðan morgun Føroyar

Eg havi eitt ljóst lyndi
04-12-2023
Ruth Thomsen bakar og pyntar til jóla, hóast hon hevur verið blind í 30 ár.

Tá Ruth Thomsen var mitt í tjúgunum gjørdi ein eygnasjúka, at hon misti sjónina. Hetta var ringt at viðurkenna, og tað gingu mong ár, áðrenn Ruth góðtøk nýggju støðuna. Tað var tilgongdin, at hon fekk førarahund, sum setti gongd í viðurkenningina.

Tað er svárt ikki at síggja alt tað vakra á jólum, men allíkavæl kann Ruth síggja nógv fyri sær, tá hon fær tað sjóntulkað. Myndirnar frá hennara ungu árum standa enn klárar í minninum, og tað fær hon brúkt, tá hon skal ímynda sær tað, sum hini greiða henni frá.

Hinar sansirnar brúkar Ruth fult út. Hon bakar nógv í jólamánaðinum, hon pyntar og hongur jólapynt upp. Eisini spælir hon nógvan jólatónleik, sum fær hana í rættiligt jólahýr.

- Lívið er fantastiskt! Eg kenni meg so ríkiliga signaða við familju og vinum, sigur Ruth Thomsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026