Góðan morgun Føroyar

Gevið børnunum nærveru og tíð
06-12-2023
Í desember er umráðandi, at vit eisini minnast til at slappa av og bara vera saman heima við hús, har einki er á skránni, heldur heilsufrøðingur.

Nærvera og tíð.

Hesi eru lyklaorðini, tá tð snýr seg um at gera desember til ein barnavinarligan mánað, heldur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur í Gigni.

Fyri flestu familjur er desember eitt tíðarskeið við nógvum tiltøkum, jólaveitslum, sangløtum, jólagávuinnkeypi og nógvum afturat. Tí kann mánaðurin lættliga blíva strævin fyri bæði børn og vaksin.

- Vit skulu minnast til, at umframt alt hetta, sum verður væntað av okkum í desember, so er ein vanligur gerandisdagur eisini við øllum tíð, sum hann nú einaferð inniheldur. Familjan skal upp um morgnarnar, út um hurðina, á dagstovn, í skúla, til arbeiðis og síðani frítíðarítriv og so framvegis, sigur Sára Gullfoss.

Sambært henni er umráðandi, at foreldur velja og velja frá, tá tað snýr seg um tiltøk í desember

- Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit ikki fara til alt, sum nú einaferð er í jólamánaðinum. Sum foreldur kenna tit barnið best, og merkja tit, at nú hevur tað verið í so rokaligt hjá børnum og vaksnum, jamen latið so vera við at fara til onkra jólaveitslu ella okkurt tiltak. Verið í staðin bara saman heima við hús og slappið av, sigur Sára Gullfoss.

Í morgunsendingini gevur Sára Gullfoss góð ráð til barnafamiljurnar í desember.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026