- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Heimsmeistarin Hallur Holm klárur til nýggjar avbjóðingar
07-12-2023
Hallur Holm er fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur tikið lut í heimsmeistarakapping í frælsum ítrótti.
At taka dagar ímillum ítróttarbrøgd er trupult, men eitt av stóru einstaklinga-avrikunum í føroyskari ítróttarsøgu var framt síðsta vikuskifti.
Tá rann Hallur Holm, 233,4 kilometrar í 24 tíma ultrarenning í Taipei í Taivan.
Eftir ein drúgva ferð er Hallur Holm nú aftur heima í Føroyum. - Eg blívi við at síggja breytina fyri mær, sigur hann.
Gamla metið var 223 kilometrar, men hesa ferð legði Hallur góðar 10 kilometrar aftrat.
Hann er sera væl nøgdur við renningina, men heldur kortini, at hann gera tað enn betur.
Tí liggja nýggja ulta-avbjóðingar fyri framman.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026