Veljarakanning: Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin størstir

Veljarakanning: Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin størstir
Samgongan missir tilsamans fimm tingsessir, meðan Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu skipa meirilutasamgongu einsamallir
Løgtingið hevði verið mannað munandi øðrvísi, um val var í dag, vísir veljarakanning, ið Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.12.2023 - 18:00

Var val nú, høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin verið størstu flokkar á tingi, og samgonguflokkarnir høvdu mist tilsamans fimm tingsessir.

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið níggju tingsessir í part og kundu sostatt skipað meirilutasamgongu einsamallir. 

Sambandsflokkurin hevði fingið tveir sessir aftrat og Fólkaflokkurin tríggjar.

 

 

Spyr.fo fyri KvF 5. desember 2023

 
  - um løgtingsval var í dag  
                   
    Atkvøðubýti Óvissa +/- LV22 Broyting Tingfólk LV 22 Broyting  
  Fólkaflokkin 26,1% 3,2% 18,9% 7,2% 9 6 3  
  Sambandsflokkin 28,1% 3,3% 20,0% 8,1% 9 7 2  
  Javnaðarflokkin 18,7% 2,9% 26,6% -7,9% 6 9 -3  
  Sjálvstýri 1,8% 1,0% 2,7% -0,9% 0 0 0  
  Tjóðveldi 13,9% 2,6% 17,7% -3,8% 5 6 -1  
  Framsókn 5,0% 1,6% 7,5% -2,5% 2 3 -1  
  Miðflokkin 6,4% 1,8% 6,6% -0,1% 2 2 0  
                   
  Atkvøtt blankt 3,3%              
  Ikki farið á val 1,3%              
  Veit ikki 11,6%              
                   
  Í kanningini eru 500 fólk spurd  
                   
  Samgongan 37,6%   51,8% -14,2% 13 18 -5  
  Andstøðan á tingi 60,6%   45,5% 15,2% 20 15 5  
  Onnur 1,8%   2,7% -0,9%        
                   

 

Samgongan missir fimm

Javnaðarflokkurin hevði mist tríggjar tingsessir og fingið seks.

Tjóðveldi hevði mist ein sess og fingið fimm, Framsókn hevði mist ein tingsess og fingið tveir.

Miðflokkurin hevði varðveitt báðar sínar tingsessir, og heldur ikki í hesi kanningini hevði Sjálvstýri vunnið upp um tinggáttina. 

500 fólk eru spurd í kanningini, sum var gjørd 5. desember. Óvissan er 3,3 prosent. 

 

Sambandsflokkurin 28 prosent

Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði fingið góð 28 prosent av atkvøðunum úr øllum landinum, var val nú. 

Fólkaflokkurin hevði fingið góð 26 prosent av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin 18,7 prosent, Sjálvstýri 1,8 prosent, Tjóðveldi 13,7 prosent, Framsókn 5 prosent, og Miðflokkurin hevði fingið 6,4 prosent av atkvøðunum.

 

Fólkaflokkurin framgongd í Havn

Spyr.fo spurdi eisini, hvat veljararnir í Tórshavnar kommunu høvdu valt, var val nú.

Úrslitið vísir, at 22 prosent høvdu valt Fólkaflokkin, og tað eru 11 prosentstig fleiri enn á valinum fyri einum ári síðani.

Sambandsflokkurin hevði fingið 25 prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu, níggju prosentstig fleiri enn á valinum.

 

 

Tórshavnar kommunan í mun til restina av landinum

 
    Allir veljarar   Tórshavnar kommuna Broyting frá LV22   Restin av Føroyum Broyting frá LV22  
  Fólkaflokkin 26,1%   22 % 11 %   29 % 4 %  
  Sambandsflokkin 28,1%   25 % 9 %   30 % 7 %  
  Javnaðarflokkin 18,7%   22 % -8 %   16 % -7 %  
  Sjálvstýri 1,8%   1 % 0 %   2 % -1 %  
  Tjóðveldi 13,9%   17 % -6 %   12 % -2 %  
  Framsókn 5,0%   10 % -3 %   2 % -2 %  
  Miðflokkin 6,4%   3 % -2 %   8 % 1 %  
                   
  Óvissa: upp til 3,3%   Óvissa: upp til 4,9%   Óvissa: upp til 4,5%  
                   

 

Javnaðarflokkurin stóra afturgongd í Havn

Javnaðarflokkurin hevði fingið 22 prosent, sum eru átta prosentstig færri enn á valinum.

Færri høvdu eisini valt Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu enn fyri einum ári síðani, 17 prosent, sum eru seks prosentstig færri enn á løgtingsvalinum. 

Framsókn hevði fingið 10 prosent, sum eru trý prosentstig færri enn á valinum, og Miðflokkurin hevði fingið trý prosent av atkvøðunum í høvuðsstaðarkommununi, sum eru tvey prosentstig færri enn á løgtingsvalinum.

Sjálvstýri hevði fingið eitt prosent av atkvøðunum í Tórshavnar kommunu.

 

-------------------

Hvønn hevði tú valt?

Sum eina lítla roynd, so hava vit eina lítla atkvøðugreiðslu millum tykkum lesarar her á kvf.fo. 

Hvønn høvdu tit valt, um løgtingsval var í dag?

!!!Gevið gætur, at hendan atkvøðugreiðsla hevur einki við veljarakanningina hjá Spyr.fo at gera, og hendan atkvøðugreiðslan er á ongan hátt vísindaliga ella á annan hátt eftirfarandi. 

 

Loading Poll...

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985