- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Í góð 30 ár hevur Annika Weihe Gregersen rikið handilin Shop-In, sum er á Glyvrum. Ta fyrstu tíðina rak hon handilin saman við mammu síni, men tey síðstu 15 árini hevur hon sjálv staðið fyri øllum.
- Eg havi hugsað leingi um at gevast. Handilslívið er strævið, og eg orki snøgt sagt ikki meira, sigur Annika Weihe Gregersen. Fólk eru kedd um, at handilin letur aftur. Gjøgnum árini hava tað verið ómetaliga nógvir góðir og stuðlandi kundar, leggur hon afturat.
Tá Annika hevur snarað lyklinum um fyri seinastu ferð 30. desembur, fer hon fyrst at taka sær av løttum. Hon gleðir seg millum annað til at gerast omma fyri fyrstu ferð í mars, sum óivað fer at fylla nógv. Eitt er vist - um hon finnur sær annað arbeiði, so fer hon ongantíð aftur at arbeiða leygardagar ella á tollaksmessu.
