Samtak: Broytið orkuískoytið og gerið hjálparpakka

Samtak: Broytið orkuískoytið og gerið hjálparpakka
Samtak mælir til, at skipanin við orkuískoyti kemur í gildi beinanvegin, og 5.000 kr. verða goldnar út í einum
Orkuískoytið eigur at verða goldið út í einum longu í desember, heldur Samtak. (Savnsmynd)
 
11.12.2023 - 10:09

Fakfeløgini í Samtaki hava sent út neyðarróp, har tey heita á politiska myndugleikan um at broyta orkuískoytið og gera ein hjálparpakka.

Samstundis sum høgu lønirnar fáa fleiri túsund krónur um mánaðin í lønarhækking umframt tann mesta skattalættan, minkar stuðulin í familjuískoytinum til fíggjarliga sperdar familjur komandi ár. 

Ætlanin er at geva lægstu inntøkunum 5.000 kr. í orkuískoyti næsta ár sum eitt slag av endurgjaldi fyri hækkandi avgjøld, sum landsstýrið setur í verk. Samstundis fer skipanin um hjálparískoyti upp á 12.000 kr. um árið úr gildi, og skipanin við hækkaðum familjuískoyti, 750 kr um mánaðin fyri hvørt barnið, fer eisini úr gildi.

Hesar lækkingar fara at taka grundarlagið undan summum av teimum mest fíggjarligu sperdu familjunum, sigur Samtak í tíðindaskrivi.

 

5.000 kr. í einum

Feløgini í Samtaki mæla til at broyta skipanina við orkuískoytinum soleiðis, at hon longu kemur í gildi í desember í ár, við 5.000 kr í útgjaldi í einum, og at skipanin næstu árini verður 1.000 kr um mánaðin í orkuískoyti, ella 12.000 kr um árið.

Samtak mælir eisini til at lækka orkuískoytið so líðandi, heldur enn í einum, soleiðis at tað altíð loysir seg at forvinna nøkur oyru eyka. 

Aftrat hesum má løgtingið sjálvt ella áleggja landsstýrinum at gera familjuískoyti til barnafamiljur rúmsáttari, so fleiri fáa lut í tí, umframt at upphæddirnar ikki minka næsta ár, skrivar Samtak.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742