Forkunnig útgávukonsert uppi á loftinum hjá El-Service á Skála

Forkunnig útgávukonsert uppi á loftinum hjá El-Service á Skála
Fríggjadagin 22. desember 2023 verður høllin uppi á loftinum hjá El-Service við havnalagið á Skála karmur um eina serstaka útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA
Jens L. Thomsen, Innan Glyvur, og Francine Perry úr London mannað í dag Orku
Mynd: neomrmedia  
 
11.12.2023 - 14:20

Føroyski tónleikabólkurin Orka hevur altíð gjørt tingini eitt sindur øðrvísi.

Upprunaliga føddist Orka við einari sermerktari konsert gamlaárskvøld 2005 í fjósinum Upp í Urðum, Innan Glyvur. Tað hendi, tá nakrir av okkara fremstu tónleikarum savnaðust at byggja síni egnu ljóðføri burtur úr tí, ið teir funnu í fjósinum. 

Jens L. Thomsen, ið var bóndasonur og kendur úr bólkinum Clickhaze, átti upprunahugskotið, og bjóðaði vinum við sær í fjósið.

Onkur ljóðførir hevði Jens L. Thomsen hugsað um áðrenn, meðan onnur vóru bygd á staðnum í fjósinum.

Burturúr hugskotinum og konsertini spurdist framúrskarandi plátan "Livandi oyða". 


All At Once

Síðan hevur ORKA verið á konsertferðum um allan heimin, útgivið átta heildarútgávur, og verið tvær ferðir tilnevndur til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Hesi árini hevur Orka havt ymiskar manningar, tó við einum felagsnevnara: Jens L. Thomsen. 

Nú vit skriva 2023, so hevur Orka seinastu níggju árini verið ein duo, ið er mannað við Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen, Innan Glyvur.

Í heyst útgav Orka plátuna "All At Once", og útgávan verður nú feirað við einari forkunnigari útgávukonsert fríggjakvøldið 22. desember uppi á loftinum hjá EL-Service, sum heldur til við havnalagið á Skála.

 

Seinasta konsertin 

Konsertin verður seinasta føroyska konsertin á hesum sinni hjá júst hesari útgávuni av Orku, og konsertin verður eisini skjalfest á filmi.

Orka er nevniliga í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum.

Ein av kjarnuspurningunum, sum Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen settu sær, tá tey byrjaðu at skriva tónleik saman, var:

“Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?”

Gjøgnum árini hava tey ment sín egna, sermerkta máta at arrangera og framføra sín elektroniska tónleik uppá.

Tá tey spæla live, so spæla tey alt, sum áhoyrarin hoyrir, á staðnum.

Tað ger teirra framførslur sera inniligan og sterkan, halda tey sjálvi. 

 

Anna Katrin og Playmo

Umframt ORKU, so framføra Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð av Eiði og Playmo av Strondum eisini á konsertini á Skála 22. desember. 

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, eins og hon arbeiðir tvørtur um listagreinar.

Strandingurin Dávur Poulsen, ið er maðurin handan Playmo, hevur seinastu árini tikið seg fram á altjóða elektroniska pallinum.

 

Skrá:
19:30 Hurðarnar lata upp
20:00 Playmo (Strendur)
20:30 Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð (Eiði)
21:00 ORKA (Innan Glyvur/London)

!!!Gevið gætur, at konsertin verður filmað, og áskoðarar verða bidnir um at lata seg í heit klæðir, tí høllin er ikki upphitað.

 

Sí hetta video, ið sigur søguna um, hvussu Orka varð stovnað:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981