Føroya Tele enn meldað

14.12.2023 - 18:52
InnlendisSamfelag
Føroya Tele enn meldað
Kappingareftirlitið meldaði Føroya Tele í málið, sum kærustovnurin hevur fríkent fyritøkuna í

Føroya Tele er enn meldað til løgregluna við einum sektaruppskotið uppá 27 milliónir krónur.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, nú Kærustovnurin hevur fríkent Føroya Tele í málinum, sum Kappingareftirlitið hevur meldað Føroya Tele í.

Í september í fjør kom fram, at Kappingareftirlitið hevði meldað Føroya Tele til løgregluna í sambandi við niðurstøðuna hjá teimum um, at Føroya Tele hevði misnýtt sína ráðandi støðu á marknaðinum í sambandi heilsølu av FullMVNO avtalum innan fartelefoni í Føroyum.
Sektaruppskotið var 27 milliónir krónur.

 

Men Føroya Tele góðtók ikki sektaruppskotið og kærdi málið til kærustovnin,

 

Og í gjár kom kærustovnurin til eina aðra niðurstøðu enn kappingarráðið - Føroya Tele var fríkent í málinum.

"avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele í 2017 hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO avtalum innan fartelefoni í Føroyum", stendir millum annað í niðurstøðuni.
Men hóast kærustovnurin er yvir kappingareftirlitinum fellur málið ikki burtur av sær sjálvum, sigur Michael Boolsen, fúti

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719