Góðan morgun Føroyar

Tær, sum góvu lív, lótu lív
19-12-2023
Sunnudagin var hátíðardagur í Fuglafirði, tá minnismerkið til minnis um kvinnur, deyðar í barsilssong, var avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Øll hava onkra kvinnu í ættini, sum doyði í barsilssong. Onkuntíð livdi barnið, meðan tað í øðrum førum fór við mammu síni úr hesum heimi.

Tað eru hesar kvinnur - hesar mammur - sum nú verða heiðraðar. 

Fimm ár eru liðin, síðan fyriskipararnir Anne Mette Greve Klemensen, Poulina Abrahamsen og Brynhild Næs Petersen settu sær fyri at kanna møguleikan at fáa hesar kvinnur fram í ljósið, men tað tók teimum eitt sindur meira tíð at finna útav, júst hvussu tað skuldi gerast.

Endin var, at Guðrið Poulsen fyri trimum árum síðan fekk uppgávuna at sniðgeva eitt minnismerki, sum skuldi standa í Miðstaðarlundini í Fuglafirði, og nú merkið var avdúkað sunnudagin, var fitt av fólki samankomið, og tey flestu høvdu eina søgu at siga um onkra, tey kendu ella kendu til.

Ein teirra, ið um nakar hevur eina slíka søgu, er Signar á Brúnni, sum misti mammu sína samstundis, sum hann sjálvur var borin í heim.

Samrøður eru við Anne Mette Greve Klemensen, Poulinu Abrahamsen, Brynhild Næs Petersen og Guðrið Poulsen og Signar á Brúnni, og brot hoyrist úr framførslum eftir Jóhan Hentze, Eivør Pálsdóttir og Siloa kórið.

Minnismerkið hevur nógv løg, sum vert er at hyggja nærri at. Mynd: Bjørt Samuelsen

 

Listaverkið er ein súla, sum ikki er eins frá øllum síðum. Mynd: Bjørt Samuelsen

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026