Góðan morgun Føroyar

Nýggjur altardúkur í Árnafjarðar kirkju
18-12-2023
1. sunnudag í advent bleiv nýggjur altardúkur vígdur og tikin í nýtslu í Árnafjarðar kirkju

Tað byrjaði fyri 10 árum síðani, tá Thurid Christiansen, sum var ættað úr Árnafirði, men búði í Sandavági, fegin vildi gera - og geva kirkjuni altardúkin. Thurid gjørdist tíverri sjúk, og tí helt Sofía Jacobsen í Sandavági áfram at brodera altardúkin, og nú hevur Paulina M. K. Eliasen á Syðradali gjørt hann lidnan.

Altardúkurin er gáva til kirkjuna.

Hesin altardúkurin er broderaður við hardangerseyming. Myndevnini eru krossur og bikar. Mynstrið er mest nýtta til altardúkar í Føroyum, tí sambært skrásetingunum úr bókini Kirkjuklæði, sum kom út í 2020, vóru tá 24 tílíkir dúkar. Tó er ymiskt, hvussu hornini eru broderað í sambandi við longd av altarinum.

Elsti altardúkurin, ið er broderaður við hesum mynstrinum, er frá um leið 1900 og var í gomlu kirkjuni í Klaksvík.

kelda: folkakirkjan.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, lesa í Suðurkorea, jazzur í Føroyum
27-01-2026
Veðrið, vitlíki og tónleikur, týdningurin av at halda steðgir
26-01-2026
Veðrið, kvinnujólaborðhald og spurnarkapping
23-01-2026
Kanning av immunverju hjá føroyskum børnum, veðrið, sjónvarpsstjørna heldur seg frá alkoholi og Sissal í MGP
22-01-2026
Veðrið og Artemis 2
21-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, reportasja úr Oslo, Tina Mellem við nýggjum sangi
19-01-2026
Hondbóltsprát, veðrið, veitsla í Oslo, kapping
16-01-2026
Veðrið og EM-hondbóltur. Gestir: Turid Lakså, Rúni Djurhuus. Henny á Líknargøtu og Suni Merkistein
15-01-2026
Veðrið, sangkapping í Norra og granskingarverkætlan um fuglar
14-01-2026
Veðrið, Norrøna til Oslo og ráðhúsini í Runavíkar kommunu
13-01-2026
Verkætlanin fevnur um aulu, skúlastovur, musikskúla og hondbóltshøll
12-01-2026
Veðrið, hondbóltur og arkitekturur
12-01-2026