Góðan morgun Føroyar

Vit skulu tora at vera sárbær á sosialum miðlum
18-12-2023
Tár, kenslur og tankar eiga eisini at verða víst á sosialu miðlunum, halda Mona B. Wescott og Sølva J. Joensen.

At vera sárbær og erlig á sosialum miðlum.

Tað er nakað, sum tær báðar Mona Breckmann Wescott og Sølva Jansdóttir Joensen, halda hevur stóran týdning.

Tí kemur tað eisini fyri, at tær á hvør sínum vanga á Facebook og Instargram vísa myndir og videoupptøkur frá løtum í gerandisdegnum, har alt ikki gongur so væl, og tær eru keddar og ørkymlaðar.

- Eg haldi, at tað er umráðandi, at mann ikki dyrkar alt tað negativa, sum nú einaferð hendir, men hinvegin skulu vit eisini viðhvørt tora at vísa tað á netinum, tí tað er jú ein natúrligur partur av lívinum og gerandisdegnum hjá okkum øllum. Alt er ikki so ljósareytt, sigur Mona B. Wescott.

Sambært teimum báðum kvinnunum hava tær higartil einans fingið jaligar viðmerkingar frá fólki, tá tær hava deilt eina sárbæra løtu saman við fylgjarunum.

- Tað vísir seg, at tú ert ikki einsamøll um onkra hending, ein tanka ella kenslu. Og tað gevur onkursvegna mær nakað at vita, at eg eri normal, og at onnur fólk kenna til tað, sum eg upplivi. Og harafturat siga fólk seg eisini vera takksom fyri, at mann deilir onkra sárbæra løtu, tí tey kenna seg aftur í tí, sigur Sølva J. Joensen.

Í morgunsendingini fortelja tær báðar millum annað um at vera sárbærar og vísa kenslur á sosialum miðlum, hvørjar reaktiónir tær fáa, og hvar markið gongur.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026