- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trina á Sandi – tað navnið skal minnast

Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði (1:2)
25-12-2023
"Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði" kallast fyrri partur av dokumentariskari ljóðmynd um Trinu Winther av Sandi
Hon hevði kanska størri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv enn nakar annar, segði Jóannes Patursson um Trinu á Sandi, tá hann umrøddi føringafelagstíðina á tingi í 1923.
Áhugin var stórur fyri máli, mentan og politikki á føroyskari grund, eins og fyri Grundtvík og háskúlarørsluni í heiminum har hon vaks upp.
Hon giftist til Havnar á ungum árum, men sat einkja við fimm børnum longu, tá hon var 31 ár.
Heima hjá henni hittust oddafólkini í tjóðskaparrørsluni fram til aldarskiftið 1900.
Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.

Trina á Sandi – tað navnið skal minnast
Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
Seinni partur av dokumentarisku ljóðmyndini Trina á Sandi, tað navnið skal minnast.
26-12-2023
"Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði" kallast fyrri partur av dokumentariskari ljóðmynd um Trinu Winther av Sandi
25-12-2023