- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innanveggja við Vegghamar
Ringur sjóverkur og viðkvæma sinnalagið gjørdu, at 86 ára gamli Arnhold Vegghamar ikki bleiv sjómaður, sum flestu javnaldrarnir á Viðareiði. Og tað munnu mong vera glað fyri í dag, tí sermerktu og litríku málningarnir hjá Vegghamar eru ógvuliga væl umtóktir millum fólk í øllum aldri.
Hann teknaði nógv frá barni av, og veturin 1958 -59 fekk hann fyrstu ferð listaliga vegleiðing á listaskúlanum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban høvdu í Havn. Eftir tað fór hann til Danmarkar at læra til gullsmið. Flestu javnaldrarnir á Viðareiði eru farnir, og tí kemur Vegghamar lítið út millum fólk. Men hann er djóravinur. Hann hevur havt kettur, og hann gevur fuglunum at eta.
- Mær dámar best einsemi, at granska og at lesa bøkur, sigur 86 ára gamli Arnold Vegghamar á Viðareiði, sum framvegis er virkin við penslinum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/dok01370_ok_arnold_vegghamar_0026.jpg?itok=_zqLfNHX)