- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Listaverkið hjá Edwardi Fuglø
Á skránni í sambandi við hátíðarhaldið, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, er avdúkingin av listaverkinum, sum listamaðurin Edwardi Fuglø hevur gjørt til tunnilin.
Listaverkið er í roynd og veru fleiri listaverk, ið listprýða víkiplássini í tunlinum, og sum siga tvær samanhangandi og ymiskar søgur alt eftir hvønn veg, ið tú koyrir gjøgnum tunnilin.
Myndir: Bjani Árting Rubeksen
Koyrir tú til Sandoyar, so siga listaverkini siðsøgur, sum snúgva seg um Sandoynna.
Koyrir tú úr Sandoynni til Streymonna, so sigur listaverkini siðsøgur, sum snúgva seg um Streymoynna.
Edward Fulgø, listamaður, fer at avdúka listaverkið hjá sær á hátíðarhaldinum, ið byrjar klokkan 15 í dag.
Kringvarpið ger nógv burturúr
Kringvarpið sendir beinleiðis frá stóra tunnilsdegnum hjá sandoyingum í bæði útvarpinum og í sjóvarpinum.
Útvarpið byrjar at senda frá klokkan 13, har Elin Winther Poulsen og Gunnar Nolsøe hava gestir í útvarpsstovuni, men eisini hava fólk í Sandoynni.
Sjónvarpið sendir beinleiðis frá Sandoyartunlinum frá klokkan 13.30. John Johannessen er vertur í sjónvarpsstovuni, men sjóvarpið hevur eisini fólk í Sandoynni.
|