Góðan morgun Føroyar

Olvheðin Jacobsen stroymdur fleiri enn 100.000 ferðir um mánaðin
22-12-2023
Navnið, Olvheðin, riggar ikki í altjóða tónleiki, og tí brúkar føroyski sangarin nú listanavnið, Olly Jacobs

Føroyskir tónleikarar, sum verða stroymdir fleiri enn 100.000 ferðir um mánaðin á Spotify, eru í einum ógvuliga avmarkaður skara.

Ein teirra er Olvheðin Jacobsen, sum í tónleikahøpi nevnist, Olly Jacobs.

Í fjør var hann við í donsku X-factor kappingini. Har eydnaðist honum at koma í 6-Chair Challenge.

Hóast hann stóð seg ógvuliga væl, endaði X-Factor ævintýrið har.

Tað var kortini ikki til fánýtist, tí X-Factor luttøkan var spírin til eitt nýtt samstarv.

Ein, ið starvast hjá felagnum Universal Music, var millum teirra, ið valdi luttakarar út til X-Factor. Hon hevði lagt til merkis góðu røddina hjá Olvheðini.

Tá Universal seinni hevði brúk fyri einum sangara til eina nýggja verkætlan, sendi hon Olvheðini ein fyrispurning.

Hann tók av, og úrslitið higartil er, at tveir jólasangir eru komnir á marknaðin, og teir hava veroð stroymdir fleiri hundraðtúsund ferðir.

Vita Olly Jacobs á Instagram á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026
Prát og veðrið
20-05-2026
Met á Tórsvølli og stjórnarsamráðingar í Danmark
19-05-2026
Prát og veðrið
19-05-2026
Nýggj bíbliutýðing, Hallur Holm renning
18-05-2026
Prát og veðrið
18-05-2026
Búrhandilin 170 ár, gloymska
13-05-2026
Prát og veðrið
13-05-2026