- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tað er ein sannroynd hjá teimum flestu, at desember er ein mánaður, har vit ikki hugsa so nógv um kost og rørslu.
Møguliga snúgva nógv nýggjárslyfti seg av tí sama um at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin. Men hvussu gert tú hetta á besta hátt?
- Loyp ikki framav, men far hóvliga fram. Og fá tær góðar matvanar.
Hesi eru ráðini frá Toni Dam, ið hevur drúgvar royndir sum persónligur venjari, nú mongu nýggjárslyftini um meira rørslu og sunnari matvanar skulu standa sína roynd.
Sambært honum er umráðandi, ikki at seta sær ov høg krøv, tá tú byrjar at venja.
- Byrja við smáum broytingum, soleiðis at tað verður yvirkomiligt. Og tvær venjingar regluliga hvørja viku er nóg mikið fyri at merkja teir mongu fyrimunirnar, sum standast av at venja, sigur Toni Dam, sum leggur dent á, at reglusemi er umráðandi.
- Tað nyttar lítið at venja fýra ferðir um vikuna og so gevast, tá ein mánaður er farin og fara aftur til teir gomlu vanarnar. Set tær fyri at venja við høgum intensiteti tvær ferðir um vikuna og halt fast í hesum, tí reglusemi er lykliin, sigur Toni Dam.
Í morgunsendingini kemur Toni Dam við góðum ráðum til teirra, ið vilja fáa meira rørslu í gerandisdagin. Harafturat svarar hann spurningum frá lurtarum.
