- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bei bei BUBU
04.01.2024 - 10:22
Lívsstílur
Bei bei BUBU
Aftaná góð tíggju ár, hevur Finn Johannesen valt at taka ein steðg frá at undirhalda sum klovnurin BUBU.

- Tað er krevjandi í longdini, eg búgvi á einari útoyggj og eg fari at hugsavna meg um onnur ting, sigur Finn Johannesen um avgerðina. Í góð tíggju ár hevur hann ferðast kring alt Føroyar og undirhildið og sungið fyri túsundtals børnum og vaksnum.
Finn sigur, at tað ongantíð hevur verið keðiligt at spælt BUBU, tí øll altíð hava tikið so væl ímóti honum. Hann er eisini takksamur fyri alla hjálpina, hann hevur fingið til at gera tey umleið 30 løgini, sum BUBU hevur útgivið.
Vit siga ikki endaligt farvæl við BUBU, men í øllum førum verður tað ein steðgur nú, sigur Finn Johannesen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











