Góðan morgun Føroyar

Var 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71
05-01-2024
- Karl Vidtfeldt er tann ultimativi felagsskapsmaðurin. Soleiðis var hann lýstur í heilsan, nú 50 ár eru liðin, síðani hann bleiv formaður á fyrsta sinni.

Tað eru liðin 50 ár síðani, Karl Vidtfeldt var valdur til formann í B71.

At sandoyggjafólk hava fegnast um drúgva nevndararbeiðið var undirstrikað á ársins fyrsta degi, tí tá var skipað fyri skrúðgongu til heiðurs fyri Karl.

Hann visti ikki av nøkrum, tá hann sá ein rúgvu av fólki á vegnum.

Brádliga legði hann til merkis, at B71-flaggið var á lofti.

Tá fór hann at undrast á, hvat mundi vera á vási, og hví hevði eingin sagt honum, formanninum, frá um hetta tiltakið.

Tað gjørdist honum kortini skjótt greitt, at fólkið var komið, tí 50 ár vóru liðin, síðani Karl Vidtfeldt gjørdist formaður á fyrsta sinni.

Tiltakið kom púra óvart á Karl Vidtfeldt, men hann var sera fegin um løtuna og tey orð, ið søgd vóru.

B71 er eitt felag fyri øll, leggur hann dent á. Bæði tey yngstu og tey elstu.

Vit kunnu ikki vinna alt, men vit kunnu vera tann besti felagsskapurin. Tað er upp til okkum.

Um Karl Vidtfeldt heldur fram við nevndararbeiðinum í B71 er ikki vist enn.

Men givið er, at hann framhaldandi, so ella so, verður ein partur av felagsskapinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026
Prát og veðrið
30-04-2026
Norðoyatunnilin 20 ár, maraton met
29-04-2026
Prát og veðrið
29-04-2026
Morgunútvarp við veðri og prát um nýggjan, føroyskan heimildarfilm
28-04-2026
Morgunútvarp við veðri
28-04-2026
Tá leiðarar hugsa ov nógv, Tjernobyl
27-04-2026
Prát og veðrið
27-04-2026
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026