Rusk í undirsjóvartunlunum

Rusk í undirsjóvartunlunum
Hvønn mánað verður ruddað upp í tveir ella tríggjar ruskposar
Tað er serliga í Eysturoyartunlinum, at nógv rusk er. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.01.2024 - 12:15

- Tað er ein stórur trupulleiki, at fólk tveita rusk í undirsjóvarunlarnar. 

Uni Danielsen, stjóri í partafelagnum Tunli, sigur, at eina ferð um mánaðin er fólk í øllum undirsjóvartunlunum og tekur rusk upp, og savnað verður upp í tveir ella tríggjar ruskposar hvørja ferð.

Talan er m.a. um pitsabakkar, pylsupappír og sigarettir.

Serliga nógv rusk er í Eysturoyartunlinum. 

Uni Danielsen heitir staðiliga á fólk um at gevast at órudda í tunlunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05012024_Orudd_i_tunlunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688