- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Er tað nakað, sum nógvir føroyingar duga væl, so er tað at binda.
Vit binda húgvur, troyggjur, hosur, turriklæð, vøttir og ivaleyst nógv afturat. Men tey flestu, sum binda, tey munnu uttan iva kenna til, at mann aloftast endar við at binda tað sama ár eftir ár.
Soleiðis er eisini hjá Rebekku Mariu Hansen,og tí hevur hon sett sær fyri at bjóða sær sjálvari av við bindingini í 2024.
- Eg bindi altíð bara troyggjur, so eg hugsaði, at nú vil eg royna at gera okkurt annað, soleiðis at eg ikki bara geri tað sama, sigur Rebekka Hansen.
Herfyri gjørdi hon eitt uppslag á Facebook við teimum 42 bindiavbjóðingunum, og sigast má, at nógv afturat henni eru áhugað í at bjóða sær sjálvum av í sambandi við binding.
- Fleiri enn 300 fólk høvdu eftir stutta tíð viðmerkt uppslagið og søgdu seg vera áhugað í at vera við í hesi avbjóðingini, sigur Rebekka Hansen, ið longu sum fimm ára gomul helt í stokkum fyri fyrstu ferð.
- Mær dámar sera væl at binda, tí tað er hugnaligt, og so komi eg eisini í samband við fólk, sum eg annars ikki var komin í samband við, sigur Rebekka Hansen og sipar til tær mongu ferðirnar, hon hevur verið úti millum fólk, og onkur, hon ikki kennir, kemur yvir at spyrja um til dømis uppskriftina upp á tað, hon bindur.
Í morgunsendingini greiðir Rebekka Hansen frá bindiavbjóðingini og hennara stóra áhuga fyri binding.
