- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Sosiobúskaparlig kor ávirka heilamenniningina hjá børnum
09-01-2024
Sosialar og fíggjarligar umstøður hava stóra ávirkan á menning, trivnað og lívsgóðsku seinni í lívinum.
Søren Bo Andersen er doktari í sálarfrøði og hevur í mong ár verið áhugaður í evninum.
- Tað eru ikki øll, ið hava somu møguleikar í byrjanini av lívinum. Nakrar familjur ella støk foreldur berjast kanska fíggjarliga fyri at fáa endarnar at røkka saman - og hvørja ávirkan kann hetta hava á heilamenningina hjá einum barni? Hvussu stóra ávirkan kunnu sosialar og fíggjarligar umstøður hava á heilamenningina og lívið framyvir, spyr Søren Bo Andersen.
Morgunsendingin hitti Søren Bo Andersen til eitt prát um hetta.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500