- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Fyrsti partur í røðini Sex partar er komin út. Sendingin kann hoyrast á heimasíðu okkara kvf.fo/biit.
Andrea Arnfríðardóttir og Paul Kjartan Matras, ið undirvísa hjá Kyn, eru vertir.
Sendingin, ið er á skránni klokkan 22 sunnukvøld, er eisini tøk á neitinum. .
Í fyrstu atløgu er talan um seks partar í nýggju røðini, og tað verða ymisk tema, ið verða tikin upp.
Harumframt er Bjørt Lind, sálarfrøðingur og kliniskur seksologur fastur táttur.
- Tað er gott at hava tann fakliga partin við eisini, siga Andrea Arnfríðardóttir og Paul Kjartan Matras.
Tú kanst fylgja Sex partar á instagram á hesum leinki.
Eisini ber til at senda teimum spurningar um kynslív.
