Ivasamt hvussu verður við svøvninum

bannari
Ivasamt hvussu verður við svøvninum
Føroyska hondbóltslandsliðið er væl fyrireikað og stendur saman um uppgávuna, men tað er ikki vist, at allir fara at sova so væl í nátt, heldur Elias Ellefsen á Skipagøtu
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
10.01.2024 - 13:20

Er tað nakar, sum er vanur við glæsiligu umstøðurnar í stóru týsku hondbóltshøllunum, er tað Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Størsta føroyska hondbóltsnavnið spælir í THW Kiel, og veit hvussu tað kennist at traðka út á vøllin frammanfyri fleiri túsund áskoðarum.

Spælskiparin tykist eisini róligur undan fyrsta EM-dystinum ímóti Slovenia hósdagin.

 - Nú eru vit her. Vit hava gingið eitt ár og hugsað, at vit skulu spæla EM onkuntíð í framtíðini, men nú eru vit her, og vit eru øgiliga spentir til í morgin, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.


Saman um uppgávuna

Saman við Hákuni West av Teigum (Füchse Berlin) spælir Elias Ellefsen á Skipagøtu í týsku Bundesliguni, sum helst er heimsins sterkasta hondbóltskapping.

Hann heldur kortini ikki, at størri trýst er á teimum báðum.

 - Vit vita allir, at hetta er nakað, sum vit eru saman um, og vit eru eitt lið, so tað haldi eg ikki, sigur spælskiparin.

Klárar mann at sova væl áðrenn ein so stóran dyst?

 - Tað fáa vit at síggja í nátt. Eg veit ikki ordiliga, hvussu tað fer at vera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV