Óli Mittún: Inspiratión úr Íslandi

bannari
Óli Mittún: Inspiratión úr Íslandi
Vit trúðu upp á tað, hóast Norra hevði bóltin beint fyri leiklok, segði Óli Mittún, sum hevði fingið inspiratión frá Íslandi, ið dagin fyri bjargaði sær ótrúligan javnleik
13.01.2024 - 23:26

 - Ísland var aftanfyri við tveimum, tá 30 sekund vóru eftir, og tað er tað sama, sum hendir í dag.

Tað segði fótfimi bakkurin, Óli Mittún, tá hann varð spurdur, um føroyingarnir framvegis trúðu upp á tað, tá 11 sekund vóru eftir, og Norra hevði bóltin.

 - Eg veit ikki, hvussu góðir liðfelagar Elias og Reinkind vera, tá hann kemur aftur til Kiel, legði hann smílandi afturat.

Tað var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum stjól bóltin frá makkaranum úr THW Kiel, Haraldi Reinkind, sum afturfyri mátti hála føroyingin umkoll og geva burtur brotskast.

Tordi tú at hyggja, tá Elias skuldi skjóta?

 - Ja, tað gjørdi eg, men eg veit ikki ordiliga, um eg minnist nakað, sum hendi tá. Har komu túsund tankar í mítt høvd, og hetta er sjúkt, hetta er sjúkt, segði Óli Mittún, sum skeyt trý mál upp á fimm royndir í 26-26 javnleikinum.

Nú ber framvegis til at spæla seg víðari hjá føroyingunum, men til tað krevst sigur ímóti Póllandi mánakvøldið, samstundis sum Slovenia skal vinna við trimum ella meir ímóti Norra.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425