- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi

bannari
- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi
Hann skuldi ikki vera við í Berlin, men seinni varð Helgi Hildarson Hoydal tikin inn í hópin sum 19. maður. Leygarkvøldið fekk strikan eina uppliving fyri lívið
13.01.2024 - 23:28

 - Har fara so nógvir tankar ígjøgnum høvdið, men tú mást bara sleppa tí og njóta, at ølirnar flúgva úti á áskoðaraplássunum. Tú roynir bara at vera í løtuni, og hon er fantastisk beint nú.

Soleiðis segði Helgi Hildarson Hoydal, eina lítla løtu eftir ótrúliga 26-26 javnleikin ímóti hondbóltsrisunum úr Norra. Strikuspælarin varð ikki úttikin til EM-hópin, men seinni varð hann kallaður inn sum 19. maður.

 - Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi, og eg veit ikki, um eg fari at gera tað aftur, segði ein av royndu monnunum á føroyska liðnum.

Hann rósti teimum umleið 5.000 føroysku viðhaldsfólkunum, sum aftur í dag settu lit á ljóð á Mercedes Benz-Arena, og áttu sín part í søguliga úrslitinum.

 - Tey duga at leggja trýst á dómararnar, tá tað er neyðugt, og tú sært, at norðmenn eru eisini skakaðir av tí. Ein heilt sublimur innsatsur frá føroysku áskoðarunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558