Javnleikurin ikki sodnaður enn

bannari
Javnleikurin ikki sodnaður enn
Rói Berg Hansen og hinir spælararnir á føroyska landsliðnum høvdu ringt við at sovna, eftir megnar avrikið móti Noregi í Mercedes-Benz Arena
Axel Heimken / kolektiff
Føroyar spældu javnleik 26-26 móti Noregi í Mercedes-Benz Arena.
14.01.2024 - 14:04

Tað tók nógvar tímar áðrenn føroysku spælararnir fingu frið í kropp og sinn, eftir stóru upplivingina móti Norra saman við 5.000 føroyingum í týska høvuðsstaðnum, Berlin.

- Eg haldi vit eru øgiliga nógvir, sum hava havt trupult við at sova í nátt, sigur Rói Berg Hansen.

Elias Ellefsen á Skipagøtu tryggjaði føroyska hondbóltslandsliðnum søguligan javnleik ímóti Norra, tá hann skoraði við brotskasti í evstu løtu og sendi 5.000 í dreymaland.

Vinstri vongurin á landsliðnum, Rói Berg Hansen, fekk trý mál í norðurlendsku grannauppgerðini.

- Eitt er úrslitið, men at vera aftanfyri við trimum, tá tveir minuttir eru eftir. Tað kann ikki lýsast.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890