- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Kongaball í Søldarfirði
15-01-2024
Heima hjá Sólborg í Grund Bøgesvang bleiv trónuskiftið hátíðarhildið við stórari veitslu.
Ballónir, fløgg, royalar køkur, sangur og krúnur.
Trónuskiftið sunnudagin bleiv væl og virðiliga hátíðarhildið heima hjá Sólborg í Grund Bøgesvang í Søldarfirði.
Hon hevði bjóðað familju og vinkonum heim til sín til hugna og stuttleika henda seinnapartin, tá Margreta drotning legði frá sær, og Fríðrikur bleiv kongur.
- Eg havi fyrireikað henda dagin í langa tíð, og eg havi veruliga glett meg, sigur Sólborg í Grund Bøgesvang, sum hevur stóran áhuga í teimum kongaligu og serliga danska kongshúsinum.
Morgunsendingin var við í kongaballinum í Søldarfirði.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500