- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

- Eg nýtti høvið og beyð honum til Føroyaa. Hann takkaði fyri og segði, at so skjótt sum høvi býðst, so vitja kongshjúnini Føroyar og Grønland, sigur Aksel V. Johannesen.
- Um tey koma til Føroya í summar ella næsta summar er óvist, sigur løgmaður.
Fríðrikur kongur nýtti eisini høvið til at spyrja løgmann, hvussu tað gongur í Føroyum, og hvat føroyingar halda um kongshúsið.
- Eg greiddi honum frá eini nýggjari spurnakanning, har meirilutin av føroyingum taka undir við kongshúsinum, og tað var hann fegin um at hoyra, greiðir løgmaður frá.
Aksel Johannesen heilsaði eisini upp á Mary drotning, og hon rósti føroyska hondbóltslandsliðnum, sum hon hevði sæð vunnið á Norra, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd sum Løgmansskrivastovan legði út á Instagram har hann hittir kong.
Lurta eftir samrøðuni við Aksel V. Johannesen, løgmann.
