Góðan morgun Føroyar

Parlagið má raðfestast
18-01-2024
Skal eitt parlag ganga væl, er neyðugt, at báðir partar raðfesta parlagið og ikki bara hugsa um alt tað praktiska í gerandisdegnum, heldur parterapeutur, Margret Mortensen.

Hagtøl vísa, at tað ofta er í januar, at pør fara hvør til sítt.

Orsøkirnar kunnu vera fleiri.

Tað heldur Margret Mortensen, sum er psykoterapeutur og parterapeutur.

- Summi velja at bíða við tí truplu avgerðini til jól og nýggjár er farið framvið, soleiðis at mann ikki oyðileggur ta tíðina, sum eigur at vera so góð, sigur Margret Mortensen og leggur afturat, at ofta vilja pør av stórar dagar vekk av vegnum, áðrenn tey taka stigið at fara hvør til sítt.

Sambært henni er ein orsøk, at pør fara frá hvørjum øðrum, ofta tann, at tey ikki hava raðfest parlagið.

- Tey arbeiða nógv, hava fleiri frítíðarítriv og hava eisini børn at skula taka sær av. Og uttan at hugsa um tað, so raðfesta tey ikki parlagið, sigur Margret Mortensen.

Hon leggur dent á, at tað at raðfesta parlagið ikki snýr seg um hotelluppihald ella vitjanir á flottum matstovum.

- Tað snýr seg um at vera saman, geva tíð til hvørtannað. Bara til dømis at seta seg niður og drekka ein kaffimunn saman og práta, sigur Margret Mortensen.

Í morgunsendingini kemur hon við ráðum til tað góða parlagið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, ungur stjørnukokkur, Lena Anderssen
09-04-2026
Veðrið, Bjarta Osberg Johansen, samgonguskjal
08-04-2026
Veðrið, heilsustøða í Føroyum, seinastu fiskagenturnar í Hovi
07-04-2026
Veðrið, Sjúrður Skaale farin til arbeiðis, elligomul seyðabein
31-03-2026
Veðrið, valprát og sangkapping
27-03-2026
Veðrið og valprát
26-03-2026
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026
Veðrið, fyrsti krossurin, Habermas
18-03-2026