Góðan morgun Føroyar

Mannarættindi í føroyskum samanhangi
19-01-2024
Tá tú ikki kanst lesa um mannarættindi á tínum egna máli, skapar tað eina fjarstøðu til evni, heldur Oline Lykke Grand, sum júst hevur skrivað skúlabók um mannarættindi.

Oline helt ikki nógv um undirvísingina hon fekk í framhaldsdeildini, tá tað snúið seg um mannarættindi, og í staðin fyri at seta seg afturá og suffa um tað, fór hon undir at gera undirvísingartilfar á føroyskum.

Úrslitið gjørdist ein bóklingur, sum er 52 síður til longdar, og sum skúlar kunnu fáa ókeypis til sínar næmingar, og sum Oline sjálv hevur gjørt úr enda í annan. Hon hevur leitað sær kunning, skrivað og myndprýtt, og so hevur hon eisini skaffað sær fígging til útgávuna.

- Tað er týdningarmikið at læra um hesi evni, tí tey kunnu geva okkum eina grundfatan av mannarættindum, og gera okkum før fyri at luttaka í føroyska manarættindakjakinum, sigur 18 ára gamla Oline Lykke Grand, sum nú kann kalla seg rithøvund.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, Skúlin á Trøðni 50 ár
10-04-2026
Veðrið, ungur stjørnukokkur, Lena Anderssen
09-04-2026
Veðrið, Bjarta Osberg Johansen, samgonguskjal
08-04-2026
Veðrið, heilsustøða í Føroyum, seinastu fiskagenturnar í Hovi
07-04-2026
Veðrið, Sjúrður Skaale farin til arbeiðis, elligomul seyðabein
31-03-2026
Veðrið, valprát og sangkapping
27-03-2026
Veðrið og valprát
26-03-2026
Veðrið, samanumtøka av fólkatingsvalinum og evropisk tøkni
25-03-2026
Veðrið, bókasavnsskipan
24-03-2026
Veðrið, lesifest, Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris
23-03-2026
Veðrið, ársins fyrstuhjálparar og spurnarkapping
20-03-2026
Veðrið, valstríð og skógareldur í Noregi
19-03-2026