Føroyskur fiskur á Michelin-matstovu

Føroyskur fiskur á Michelin-matstovu
Fólk frá matstovuni Venta Moncalvillo hava vitjað Kósina, sum selir teimum tosk
 
20.01.2024 - 10:18

Í vikuni hevur Kósin havt vitjan av 2-stjørnaðu Michelin matstovuni Venta Moncalvillo, sum liggur í Rioja økinum í Spania. Vitjanin varð samskipað saman við felagnum Bacalaos Alejandra, sum er ein av mongum fiskakeyparum hjá Kósini, og sum dagliga selur fisk frá føroyska virkinum til matstovuna.

Matstovan fekk sína fyrstu Michelinstjørnu í 2010, og tann næsta verður givin teimum í ár.

Echapresto beiggjarnir eru sera frammarliga í sponsku matstovuvinnuni, og kokkurin Ignacio varð ársins kokkur í Madrid Fusion 2021.

Matstovan Venta Moncalvillo liggur í eini lítlari bygd við einans 24 íbúgvum. Og maturin í køkinum er grundaður í nærumhvørvinum, hvussu urtagarðurin verður heystaður við denti á, og at hetta verður gjørt umhvørvisvinarligt. 

Garðurin verður brúktur dagliga, soleiðis at kundin altíð fær bestu rávøruna saman við hágóðsku toskinum.

Jógvan Hansen, framleiðsluleiðari á Kósini, sigur, at hann er takksamur fyri hetta samstarvið, sum er sera spennandi og mennandi fyri starvsfólkini á Kósini, tí fiskurin skal hava allar hægstu góðsku. Og hetta klárar Kósin at liva upp til, leggur hann afturat.

Í sambandi við vitjanina hevur Kósin fyriskipað ymsar ferðir kring landið og vitjan á ymsum matstovum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650