- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Arbeiðsgevarar mugu spíla seg út fyri at tekkjast arbeiðstakarum
22-01-2024
Nýggj kanning vísir, at nógvir føroyingar, sum ikki leita eftir starvi, kortini eru opnir fyri nýggjum starvsmøguleikum.
800 føroyingar í aldrinum 18-67 ár svaraðu kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri starvsmiðilin Alfred.
Har kemur fram, at nógvir føroyingar eru opnir fyri nýggjum starvsmøguleikum.
Fjórði hvør føroyingur í aldrinum 18-67 ár leitar ella hevur leitað eftir starvið seinastu 12 mánaðirnar. 43% siga seg vera opin fyri nýggjum starvsmøguleikum, hóast tey ikki eru beinleiðis starvssøkjandi og 59% halda av ymsum orsøkum eyga við starvsmøguleikum sum heild.
Her eru ótroyttir møguleikar hjá arbeiðsgevarum, sigur Allan Dalsgarð, ið varðar av starvsmiðlinum, Alfred.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026