- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tørvur er á gransking í føroyskum skúlum
23-01-2024
Samanborið við onnur øki verður lítið granskað og kannað í skúla og útbúgving í Føroyum.
- Vit eiga at seta ferð á gransking í skúlaviðurskiftum.
Tað sigur Frida Poulsen, ph.d. í námsvísindum og útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.
Á Námsvísindadeildini arbeiða tey við at raðfesta gransking hægri:
- Skal tað eydnast, mugu vit sum samfelag raðfesta námsfrøðiliga gransking hægri. Ein fortreyt er eisini, at vit sjálv á Setrinum eru tilvitað um týdningin at granska í okkara egnu viðurskiftum, herímillum eisini raðfesta gransking í skúlaviðurskiftum, sigur Frida Poulsen.
Hoyr alla samrøðuna, sum morgunsendingin gjørdi við Fridu Poulsen.
kelda: skulabladid.fo

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026