- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Tað er ársins orð, summi gleðast um tað, onnur óttast. Er hetta ein kærkomin hjálp fyri at gera okkara dagligdag lættari, ella fer hetta at yvirtaka okkara størv? Tað snýr seg um vitlíki. Ein tøkni, sum sigst vera eins kollveltandi sum Gutenberg-pressan, sum broytti heimin á sinni. Í skúlunum er vitlíki ein aktuell
avbjóðing, og samstundis kanst tú í løtuni eisini fara á skeið, har tú kanst læra at brúka vitlíki í tínum arbeiði.
Tóri Slættalíð undirvísir fólki í at brúka vitlíki í sínum arbeiði. Hann sigur, at tað eru fólk í ógvuliga ymiskum størvum, sum eru forvitin eftir at vita meira um vitlíki. Tað kann vera alt frá handverkarum til marknaðarfólk, sum kunnu hava gagn av at fáa hjálp frá vitlíki.
- Eg vænti, at vitlíki kemur at verða ein natúrligur partur av okkara dagligdegi í framtíðini, sigur Tóri Slættalíð.
Her eru tvær myndir av Tóra Slættalíð, sum vitlíki hevur sett saman:


