Góðan morgun Føroyar

Vit eru til reiðar
23-01-2024
Føroyar tóku av, tá møguleikin beyðst at hava oyggjaleikir í 2027 heldur enn í 2031, og aðalskrivarin óttast ikki tíðartrýstið

Trý og eitt hálvt ár eru til oyggjaleikir vera í Føroyum aftur, og tað er góð tíð, heldur aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún.

ÍSF hevur ligið framvið hjá altjóða oyggjaleikanevndini og hevur boðað frá, at um onkur er, ið ætlar at trekkja seg sum vertstjóð, so eru føroyingar sinnaðir at taka yvir. Tá so boðini komu um at Ynis Mon ikki ynskti at vera vertur hóast alt í 2027, so var eingin ivi hjá føroysku starvsnevndini, sum takkaði fyri møguleikan.

Hetta merkir, at føroysku fyrireikararnir hava trý og eitt hálvt ár, heldur enn sjey og eitt hálvt ár at fyrireika seg, men tað er eingin trupulleiki, sigur Petur Mittún, tí vit hava tað, okkum tørvar av ítróttarhentleikum, uttan at skula byggja nýtt.

Ein stórur fyrimunur við at hava oyggjaleikir í Føroyum, er, at vit sleppa at velja, hvørjum ítróttargreinum kappast verður í. Har eru 18 ítróttargreinar at velja ímillum, og vertstjóðin velur so millum 12 og 14 til sínar leikir, og Føroyar kunnu tí velja tær ítróttargreinir, sum hóska til okkara íðkarar, og lata aðrar liggja, sum vit ikki íðka í Føroyum.

Tað vera tó ikki bert ítróttarfólk, sum sleppa at luttaka í oyggjaleikum, tí tørvur verður á nógvum sjálvbodnum at hjálpa til við øllum hugsandi uppgávum, bæði ítróttarligum og praktiskum, og tí vera nógvir føroyingar við tá  oyggjaleikir vera summarið 2027.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Morgunútvarp við veðri og prát um nýggjan, føroyskan heimildarfilm
28-04-2026
Morgunútvarp við veðri
28-04-2026
Tá leiðarar hugsa ov nógv, Tjernobyl
27-04-2026
Prát og veðrið
27-04-2026
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026
Veðrið, alilærlingar fingið prógv, Springs aftur á pall
21-04-2026
Veðrið, aktiv deyðshjálp
20-04-2026
Veðrið, blindur bókhaldari gevst, kapping
17-04-2026
Veðrið, Dugni 70 ár
16-04-2026