Góðan morgun Føroyar

Hiti og kuldi kunnu betra um heilsuna
24-01-2024
- Granskingin vísir púra greitt, at vit blíva betur fyri sálarliga og kropsliga við kulda- og hitaeksponering, sigur Susanna Søberg, Phd og ein av fremstu granskarum á økinum.

Í løtuni verður nógv tosað um gagnligu árinini, sum kuldi og hiti kunnu geva okkum.

Ein tann fremsti granskarin á hesum øki er Susanna Søberg, PhD. Hon hevur eitt nú verið gestur í gitna poddvarpinum hjá Andrew Huberman, og Joe Rogan nevnir regluliga hennara gransking í sínum poddvarpi.

Sambært Susanna Søberg er eingin ivi um, at tað er gagnligt og beinleiðis heilsufremjandi at lata kroppin uppliva veruligan kulda og hita, sum til dømis ísbað og sauna.

- Granskingin vísir, at tað hevur fyrimunir at aktivera tað brúna feitti. Hetta er sunt feitt, sum er við til at seta forbrenningina upp og við til at styrkja immunverjuna. Og brúna feittið verður sett í gongd at arbeiða, tá kroppurin blívur ordiliga kaldur ella ordiliga heitur í eitt stutt tíðarskeið, fortelur Susanna Søberg.

Í morgunsendingini greiðir viðurkendi granskarin frá fyrimunum við eitt nú dypping, ísbaði og sauna og vísir á úrslitini, hon er komin fram til í sínari gransing á hesum økinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026
Veðrið, alilærlingar fingið prógv, Springs aftur á pall
21-04-2026
Veðrið, aktiv deyðshjálp
20-04-2026
Veðrið, blindur bókhaldari gevst, kapping
17-04-2026
Veðrið, Dugni 70 ár
16-04-2026
100 landsdystir, veðrið, tingfólk á skúlabonk, handrit.fo
15-04-2026
Veðrið, Sunda kommuna og skiftisár
14-04-2026
Veðrið, list í almenna rúminum
13-04-2026
Veðrið, kapping, Skúlin á Trøðni 50 ár
10-04-2026