Góðan morgun Føroyar

Kalda vatnið gevur kropsliga og mentala vælveru
24-01-2024
- Eg fái orku og yvirskot av hesum, og tí geri eg tað, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum byrjar hvønn morgun við at seta seg í eina tunnu við køldum vatni.

Tveir til fimm minuttir í ísakøldum vatni.

Soleiðis byrja flestu morgnarnir hjá Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Alt árið stendur ein wiskey-tunna við ísakøldum vatni á altanuni í Leynum, har Gvøðny Miriam Gunnarsson og maðurin, Janus Gunnarsson, búgva.

- Eg føli, at minuttirnir í kalda vatninum eru góðir fyri meg, serliga sálarliga, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, sum hevur havt tunglyndi. Í royndini at broyta ymiskar vanar fyri at fáa tað betri byrjaði hon at sita nakrar minuttir í køldum vatni. Og tað ger ein mun.

- Eg fái orku og yvirskot av hesum, og tí geri eg tað. Tá tú kemur upp úr vatninum fært tú eitt ordans kikk og følir, at nú kanst tú klára hvat sum helst, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Í morgunsendingini greiðir Gvøðny Miriam Gunnarsson frá sínum royndum við ísakalda vatninum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026
Veðrið, alilærlingar fingið prógv, Springs aftur á pall
21-04-2026
Veðrið, aktiv deyðshjálp
20-04-2026
Veðrið, blindur bókhaldari gevst, kapping
17-04-2026
Veðrið, Dugni 70 ár
16-04-2026
100 landsdystir, veðrið, tingfólk á skúlabonk, handrit.fo
15-04-2026
Veðrið, Sunda kommuna og skiftisár
14-04-2026
Veðrið, list í almenna rúminum
13-04-2026
Veðrið, kapping, Skúlin á Trøðni 50 ár
10-04-2026