Eingin lóg loyvir kommunu at geva byggiloyvi

Eingin lóg loyvir kommunu at geva byggiloyvi
Áhugafelagið Livilig kor á Tvøroyri mótmælir enn einaferð staðiliga, at Varðin Pelagic sleppur at byggja protein- og lýsiverksmiðju eystan fyri virkið hjá felagnum
Skorsteinurin og goymslubrunnarnir eru longu í byggisamtyktini, siga Livilig kor.
 
25.01.2024 - 05:53

Áhugafelagið Livilig kor á Tvøroyri mótmælir enn einaferð staðiliga, at Varðin Pelagic sleppur at byggja protein- og lýsiverksmiðju eystan fyri virkið hjá felagnum.

Felagið sigur, at almenna hoyringin hjá Tvøroyrar kommunu um ætlaða byggiloyvið hevur onga lógarheimild.

Og heimild er heldur ikki fyri byggiloyvinum, sum Lívilig kor siga er proforma.

Umsóknin hjá Varðanum Pelagic um at byggja 60 metrar høgan skorstein og 20 metrar høgar 
goymslubrunnar passar akkurát til ásetingina í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar kommunu. 

Og hana hevur Umhvørvismálaráðið longu góðkent.

Tí hevur hoyringin um byggiloyvið ikki heimild í nakrari lóg og kann tí ikki takast fyri fult, siga Livilig kor.

Áhugafelagið sigur eisini, at byggisamtyktin um havnarøkið er broytt eftir, at hon lá alment frammi í fjør summar.

20 fólk, sum eru næstu grannar hjá ætlaðu útbyggingini hjá Varðanum Pelagic, sendu 25.juli í fjør Tvøroyrar kommunu áheitan um ikki at taka nakra avgerð, fyrr enn tey høvdu høvi til at ummæla málið.

Tað hava tey, sambært fyrisitingarlógini, rætt til, siga tey. 

Dagin eftir, 26.juli, fingu Livilig kor móttøkuváttan frá kommunustjóranum, sum staðfesti, at áheitanin skuldi viðgerast í Tvøroyrar kommunu í sambandi við, at hon viðgjørdi umsóknina um byggiloyvi.

Síðani hava vit einki frætt frá Tvøroyrar kommunu, siga Livilig kor.

Tvey onnur svar

Tvøroyar kommuna fekk tvey onnur hoyringarsvar um ætlaða byggiloyvið.

Í øðrum verður kommunan biðin um at viðgera málið um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic av nýggjum.

Hugsað er ikki nóg mikið um náttúru og fjøru í verandi ætlan, sum millum annað ger seg inn á neystini, verður sagt.

Aðrar tekningar eru, stendur í hoyringarsvarinum.

Broytingaruppskot

Í hinum svarinum er eitt broytingaruppskot um at byggja longri úti á fjørðinum.

Hoyringarsvarini skulu fyrst viðgerast í umsitingini hjá býráðnum.

Síðani skal málið í vinnu- og havnanevndina og haðani fer tað í býráðið.

Umhvørvisstovan hevur ikki fingið allar upplýsingar um umhvørvisárinismetingina hjá Varðanum Pelagic

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666