- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Blýfrítt bensin 95 verður til E10
25-01-2024
Orkufeløgini skifta í næstum vanliga blýfría 95 bensinið út við E10 bensin.
Meira bioetanol í bensinið er eitt stig á burðardyggu kósini. E10 sipar til, at tað eru 10% av etanoli í bensinum.
Fyri flestu bileigarar, sum hava bensin drivnar bilar, fer hetta ikki at hava nakra ávirkan. Tó tola akfør 25 ár ella eldri ikki so væl hetta nýggja slagið av bensini. Oljufeløgini arbeiða við einari loysn, so eldri akfør eisini kunnu fáa hóskandi bensin.
Broytingin kemur í gildi í komandi vikum um alt landið.
Morgunsendingin fekk samrøðu við Brian Joensen, rakstrarleiðari hjá Magn, um skiftið.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026