Góðan morgun Føroyar

Krøvini til stjóran eru broytt
25-01-2024
- Nýggja ættarliðið setir heilt onnur krøv til leiðslu og arbeiðspláss, enn vit áður hava sæð, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og ársins leiðari 2023.

- Munurin er ómetaliga stórur.

Soleiðis sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, um munin at vera stjóri í dag og fyri 30 árum síðani.

Á Leiðaradegnum í fjør gjørdist Leif Abrahamsen ársins leiðari í almenna geiranum.

- Tá eg byrjaði í stjórasessinum sum 32 ára gamal vildu starvsfólkini siga tygum við meg, men tað dámdi mær als ikki. Harafturat komu øll til mín við alskyns spurningum. Í dag er tíbetur øðrvísi, og mær dámar tað væl, sigur Leif Abrahamsen.

Í morgunsendingini tosar Leif Abrahamsen sum leiðslu, stjórastarvið og starvsfólk upp gjøgnum tíðirnar. Eisini greiðir Johnny í Grótinum frá nútímans leiðslu og dagsins arbeiðsmarknaði.
 

Fríggjadagin 26. januar verða ársins leiðarar kosnir, tá leiðaradagurin verður hildin fyri 20. ferð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026
Prát og veðrið
30-04-2026
Norðoyatunnilin 20 ár, maraton met
29-04-2026
Prát og veðrið
29-04-2026
Morgunútvarp við veðri og prát um nýggjan, føroyskan heimildarfilm
28-04-2026
Morgunútvarp við veðri
28-04-2026
Tá leiðarar hugsa ov nógv, Tjernobyl
27-04-2026
Prát og veðrið
27-04-2026
Veðrið, kapping, prísvøka
24-04-2026
Punktum.fo, arkitekturur í norðuratlantshøvum, Summartónar
23-04-2026
Prát og veðrið
23-04-2026
Veðrið, Tónleikasamband Føroya nýggja forkvinnu, føroyingar og ferðamál í summar
22-04-2026