- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Vit kunnu ikki taka fyri givið, at heimini læra børnini allar siðvenjur og mannagongdir. Hetta sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.
Í flestu førum er eingin trupulleiki, men tá heilt nógvir næmingar eru saman, kemur tað fyri, at onkur ikki virðir skipanina.
Eitt nú tá skúlanæmingar fara í kirkju á jólum. Tað er altíð ein hátíðardámur undir jólagudstænastuni, og kirkjan er stúgvandi full av børnum og ungdómum.
Tá eru ikki allir næmingar, sum kenna mannagongdirnar í kirkjuni.
Áðrenn gudstænastuna eiga næmingarnir at fáa greitt at vita, at í kirkjuni sita vit still, vit hyggja ikki í telefon, vit hava ikki føturnar á bonkinum frammanfyri, vit fara úr húgvuni ella keppinum, vit sita ikki og skava við jakkum og øðrum, meðan biðisløgini verða sligin og vit reisast ikki og fara út fyrr enn teir hava tørn, sigur hann í Skúlablaðnum.
Tað snýr seg í stóran mun um, at flokkslærarin fær eitt gott og virðiligt prát við næmingin.
Trupuleikin er ikki stórur, men tá slíkar støður kortini taka seg upp, má lærarin gera tað, sum gerast skal, vísir Bergur Samuelsen á.
