- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitið á svensku javnaðarforkvinnuna, Magdalena Andersson, er víkjandi

Nú hava 47 prosent av svenskarunum stórt álit á hana, men tað eru níggju prosentstig færri enn í mars 2022, og hetta er triðja mátingin, ið gevur henni víkjandi undirtøku.
- Hetta kemst millum annað av, at leiklutur hennara sum andstøðuleiðari nú er farin at geva bakslag, sigur Nicklas Källebring, meiningargreinari hjá Ipsos.
- Sum forsætisráðharri ert tú nógv sjónskari í miðlamyndini, enn um tú ert í andstøðu, sigur hann.
Hóast afturgongdina, er Magdalena Andersson tó tann best umtókti svensku floksleiðarunum, men tølini hjá kappingarneytunum eru ikki stórvegis broytt síðan síðst.
Forsætisráðharrin, Ulf Kristersson hjá Moderatunum, er næstbest umtóktur við 32 prosentum og á triðja plássi kemur Jimmie Åkesson hjá Svøríkisdemokratunum við 28 prosentum.























